Undan kommunustýrisvalinum fyri fýra árum síðani, og aftur nú seinastu vikurnar, hevur á Tvøroyri verið roynt at savna øll valevnini á ein felags lista. Tíverri miseydnaðust hesar royndir av teirri orsøk, at ein meiriluti í Javnaðarflokkinum á Tvøroyri framvegis ynskir at stilla upp í sjálvdrátti. Sostatt eru tveir listar at velja ímillum til komandi kommunustýrisval á Tvøroyri.
Sóknina og oynna fram um flokspolitik.
Tað er ein sannroynd, at somu landspolitisku flokkar í ártíggjur hava sitið á meirilutunum í ávísum bý- og bygdaráðum kring landið. Hettar m.a. við tí úrsliti, at kommunustýrislimir fyri at varðveita sítt vald, fyrilitarleyst “halda saman” og “verja borg” flokspolitiskt, tá bý- og bygdaráð skulu skip-ast, og tá kommunustýrisavgerðir skulu takast, heldur enn at fylgja sínari persónligu sannføring og velja tær loysnir, kommunustýrislimirnir eru sannførdir um tæna býnum, bygdini og harvið fjøldini sum best.
Her í oynni hava vit eisini verið vitni til, at bý- og bygdaráðslimir hava bólka seg eftir floks-politiskum liti. Hugsi um eitt nú byggingina av Miðnámsskúla og Ellis- og Røktarheimi í oynni.
Flestu okkara kunnu uttan iva vera samd um, at landspolitikkur og kommunustýrispolitikkur einki hava hvør við annan at gera. Hvørt ein bý- ella bygdaráðlimur er loysingarmaður ella sam-bandsmaður, sosialistur ella liberalistur, hevur als ongan týdning í dagliga kommunustýris-arbeiðinum.
Tí er stundin eftir mínum tykki komin at loysa Tvøroyrar Kommunu og Suðuroynna sum heild úr hesum flokspolitiska kvarkrataki, sum er ein forðing fyri fjølbroytni, nýhugsan, dynamikki og javnbjóðis møguleikum hjá øllum borgarum, uttan mun til flokspolitiskan lit, at stilla upp og luttaka í kommunustýrisarbeiði.
Lat okkum tí velja sóknina og oynna fram um flokspolitik.
Nýggjar og/ella yngri kreftir, heldur enn flokspolitik.
Í royndunum at fáa fólk, yngri sum eldri, kvinnur sum menn, at stilla upp til kommunustýrisval, fær ein tað greiðu fatan, at hesi bera seg undan m.a. av teirri orsøk, at tey ikki ynskja at geva til kennar, hvar tey hoyra heima flokspolitiskt. Harvið eru vit í teirri støðu, at flokspolitisk uppstilling er ein forðing fyri, at væl skikkaði fólk verða vald í bý- og bygdaráð.
Kommunusamanlegging í Suðuroy fram um flokspolitik.
Eg eri av teirri sannførding, at flestu suðuroyingar eru samdir um, at stríð tvørtur um kommunu-mørk og sundurlyndi heldur enn samanhald, eru ein av størstu forðingunum fyri framburði í oynni.
Í tilgongdini fram ímóti einari samanlegging av Suðuroynni í eina kommunu, meti eg, at tað er eins umráðandi, at vit mana stríðið tvørtur um kommunumørk í jørðina, og tað er umráðandi at vit mana stríðið tvørtur um flokspolitisk mørk í jørðina.
Lat okkum tí á kommunuvalinum komandi velja eina framtíð í felagsskapi fram um flokspolitikkin.
Tvøroyri tann 1. november 2008.










