Felagsliðini býttu stigini

Hóast skerdir í góðan tíma, so megnaðu vágamenn at fáa ein uppibornan javnleik til høldar móti EB/Streymi sunnudagin

Fótbóltur

Eftir góða sigurin á VB seinasta umfar, skuldu FS Vágar sunnudagin royna at økja enn meira um úrtøkuna, tá EB/Streymur kom á vitjan. Ikki nøkur løtt uppgáva, nú EB/Streymur hevur gjørt somikið nógv um seg í ár, men hinvegin vóru gestirnir skerdir í verjupartinum, og tað ætlaðu vágamenn eisini at gera sær dælt av.

Útvísing kostaði
Og tað var eisini skjótt, at heimaliðið hevði skapt sær eitt hampuligt trýst á gestirnar. Fleiri heilt nærgangandi royndir vóru eisini, og millum annað átti Eyðfinn Fjalsbak at fingið størri úrtøku burturúr, tá hann var einsamallur við Gunnari á Steig.
Men brádliga mistu heimamenninir mest sum alt á gólvið. Eftir at fríspark varð dømt til EB/Streym togaðust Magni á Lakjuni og Ruslan Screlea eitt sindur um bóltin. Tá Ruslan at enda tveitti bóltin fyri føturnar á Magna, metti dómarin hetta sum hevnisøka, og so var bert ein vegur. Fyri flestu kring vøllin tóktist hetta sum harður dómur, men har var einki at gera.
Og úrslitið av hesum fornoktaði seg ikki. EB/Streymur kom nú alt meira við í spælið, og tó at teir ikki fingu spælt seg til nakrar veruligar opnar møguleikar, so stóð í øllum førum nakað væl betri til seinna partin av hálvleikinum, enn tað hevði gjørt í fyrra.

Mistu skiparan
Í øðrum hálvleiki ressaðust vágamenn nakað aftur. Teir høvdu umskipað liðið nakað, soleiðis at útvísingin ikki skuldi merkjast eins væl, og teir vóru nú nógv meira við atftur í spælinum, men tað vórðu so gestirnir, sum løgdu seg á odda.
Eftir samanbrest á miðvøllinum, har fleiri leikarar steðgaðu á, varð bólturin sendir høgt og langt inn í brotsteigin, og tá hvørki málverji ella verjuleikari vildu taka sær av hesum, smeyg Hans Pauli Samuelsen sær framat. Í upptaktini til málið vísti tað seg annars, at Ronnie Samuelsen hevði meitt seg somikið álvarsliga, at hann noyddist av vøllinum, og fyri EB/Streym mundi tað vera dyggur smeitur, at teir soleiðis máttu vera spælskiparan fyriuttan.
Hóast undirmannaðir og aftanfyri, so góvust teir hjá FSV tó ikki. Framvegis royndu teir at skapa nakað, og eitt korter fyri leiklok fingu teir eisini løn fyri stríðið. Jóhannis Joensen kom ígjøgnum í høgru, og harða innlegg hansara fann vegin fram til pannuna á Clayton Soares, og so var javnstøða.
Hetta helt sær eisini restina av dystinum, hóast báðir partar royndu at avgera dystin til egnan fyrimun. Opnar møguleikar gjørdist talan tó ikki um, og við einum stigi í part kunnu bæði liðini helst eisini vera so toluliga nøgd um úrtøkuna.

Dysturin í tølum
FS Vágar-EB/Streymur 1-1 (0-0(
0-1: Hans Pauli Samuelsen
1-1: Clayton Soares
Dómari: Eiler Rasmussen