Tað sá svart út hjá TB/FCS/Royn í steðginum. Aftanfyri 0-2, og ein maður færri á vøllinum. Kortini stríddu teir seg við tíggju monnum uppá 1-2. Teir fingu ein mann útvístan aftrat og megnaðu javnleik 2-2.
Jón Krosslá Poulsen slær fast, at tað býr ein ótrúligur stríðsvilji í felagsliðnum hjá Suðuroynni. Og aftaná tungu dagarnar seinastu dagarnar vildu spælararnir hjá TB/FCS/Royn stríðast hart fyri at fáa eitt úrslit heim.
Jón Krosslá Poulsen greiðir frá, at í steðginum 0-2, og við einum manni færri á vøllinum lovaðu teir hvørjum øðrum, at soleiðis skuldi tað ikki ganga, og teir hildu orð.
Jón Krosslá Poulsen hevur nógv góð orð at Bera Búa Egilssyni, sum hevur skotið fimm mál í tveimum teimum seinastu dystunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jón Krosslá Poulsen greiða frá hvussu TB/FCS/Royn fekk sín fyrsta javnleik í ár, sum var eitt ótrúliga gott stig mett í mun til umstøðurnar.