Felagskonsert í Gøtu Kirkju

Sunnukvøldið kl. 19.30 verður kórkonsert í Gøtu Kirkju við Kamarkóri av Skagafirði og felagskórinum Gøta/Leirvík í Gøtu Kirkju

Á konsertini fer Kamarkórið av Skagafirði at framføra eitt úrval úr norðurlendska tónlista-arvinum, mest tjóðløg í skemtiligum búna.

Løgini eru fyri tað mesta skrivað í tjúgundu øld, men elst á programminum er eitt lag frá 1200-talinum, meðan nýggjastu sangirnir eru úr hesari øldini.

Eisini fer felagskórið Gøta/Leirvík at framføra nakrar sangir.

Konsertin í Gøtu Kirkju endar við, at kórini framføra tvey løg saman ? eitt føroyskt og eitt íslendskt.

Føroyska lagið verður jarðareygað, orð eftir T.N. Djurhuus og lag av Kára Bæk, meðan íslendska lagið verður ?Heyr, himna smiður?, ið er íslendskur sálmur, sum Ϸorkell Sigurbjørnsson hevur skrivað.