Felags norðulendskt átak skal tryggja viðgerð

Antibiotika verður nýtt í øgiliga nógvum førum at basa sjúkum, annahvørt hjá menniskjum ella djórum. Antibiotika er so vanligt, at flest øll taka tað fyri givið, at tá ein er sjúkur av til dømis lungnabruna, so fær mann antibiotika.

 

Trupulleikin er nú, at antibiotika er blivið somikið vanligt og nógv brúkt, at mikrobir og bakteriur hava ment eina verju móti antibiotika, ið minkar nógv um virknaðin. Í teim førunum har bakteriur eru mótstøðuførar móti antibiotika, er stórur møguleiki fyri, at sjúkur, sum annars kunnu viðgerast lættliga, skjótt gerast vandamiklar.

 

Nú hevur Norðurlandaráðið samtykt á fundi í Stokhólmi, at gera eitt felagsátak, ið skal koma trupulleikanum til lívs.

 

Millum annað er ætlanin, at minka um nýtsluna av antibiotika við koppsetingum og at avmarkað hvussu nógv antibiotika verður útskrivað.

 

Eisini er ætlanin, at savna vitan, ið skal hava til endamáls at savna saman vitan um spreiðingina av mótstøðuførum bakterium og at fáa staðfest hvat besta verja er.