Felags kvinnuliðið í Suðuroynni málverja úr Argentina

Felagsliðið hjá TB, FC Suðuroy og Royn í Betrideildini hjá kvinnum hevur fingið nýggjan málverja úr Argentina. Hon eitur Soledad Arroyo.

 

Hetta veit Suðurrás at siga.

 

Soledad Arroyo spældi sín fyrsta dyst fyri felagsliðið í gjár í dystinum ímóti 07 Vestur, sum kvinnurnar taptu 0-3.

 

Felagsliðið hevur áður roynt seg við útlendskum málverja, og hevur tað riggað væl, og nú verður so aftur roynt, hesaferð við argentinskum málverja.