Felags framhaldsdeild í Tórshavnar kommunu

Sum býráðslimur í Tórshavnar kommunu sendi undirritaða tann 11. mars í 2002 býráðnum uppskot um at gera eina felags framhaldsdeild fyri allars skúlarnar í kommununi. Einki hevur verið at frætt um uppskotið í býráðnum, tó at tað hevur verið viðgjørt í onkrum skúlastýrum.

Tískil havi eg biðið borgarstjóran um at seta málið á skráan til býráðsfundin komandi hóskvøld. Hetta fyri at fáa kjak um málið í býráðnum, so tað kann fáa eina veruliga politiska viðgerð. Uppskotið var soljóðandi:
»Ásannandi, at skúlarnir í kommununi eru ov trongir, loyvi eg mær at skjóta upp, at kanna møguleikan fyri eini felags framhaldsdeild fyri skúlarnar í kommununi.
Í Tórshavnar kommunu eru 5 barnaskúlar, sum ikki hava framhaldsdeild. Hoyvíkar skúli, Sankta Frans skúli, Kalbaks skúli, Kollafjarðar skúli og Adventistaskúlin. Í verandi skúlaári ganga tilsamans 128 næmingar í 7. flokki á hesum skúlum. 137 í 6. flokki, og 149 ganga í 5. flokki. Tilsamans 414 næmingar, sum næstu 3 árini, skula skifta skúla.
Umframt næmingarnar í barnaskúlunum, eru tilsam-ans 542 næmingar við fimta, sætta og sjeynda flokkunum á Argjum, á Venjingarskúlanum, í Kommunuskúlanum og í Eysturskúlanum. Tilsamans 956 næmingar sum komandi 3 árini skulu í fram-haldsdeildina.
Sum skúlastýrislimur í Sankta Frans og Kollafjarðar skúla, eri eg blivin kunnað um, hesar trupulleikar, sum næmingar hava av skúlaskiftinum frá 7. til 8. flokk:
Næmingarnir, sum flyta skúla, koma í flokk saman við nærmingum, sum hava gingið øll 7 barnaskúla árini á skúlanum. Tey kenna skúlan og tað mentan sum er har, meðan teir nýggju næmingarnir mugu venja seg við broyttu umstøðurnar. Sum í mongum førum er sera trupult fyri einstakar næmingar.
Næmingurin fær sjálvdan tær lærugreinar, hann sambært fólkaskúlalógini eigur at kunna velja í framhaldsdeildini. Orsøkin sigst vera, at ov fáir næmingar hava valt lærugreinina.
Um vit høvdu ein felags framhaldsskúla í kommununi, var trupulleikin við skúlaskiftinum burtur. Tá vóru allir nærmingarnir, sum byrja í 8. flokki nýggir. Øll byrja í nýggjum umhvørvi. Næmingagrundarlagið verður størri, soleiðis at møguleikin fyri fleiri vallærugreinum eisini verður størri.
Kommunurnar i Sundalagnum hava drúgvar royndir við felagsframhaldsdeild á Felagsskúlan-um á Oyrarbakka. Sam-starvið um felags framhaldsdeild byrjaði í 1971. Á Felagsskúlanum á Oyrarbakka ganga í ár 118 næmingar. Royndirnar við Felagsskúlanum á Oyrarbakka eru sera positivar.
Sambært næmingatalin-um á teimum 5 barna-skúlunum er grundarlag fyri einum felags framhaldsskúla, fyri hesar skúlar. Tilsamans ganga 416 børn í 5 - 7 flokki í ár.
Vit kunna byrja við eini felags framhaldsdeild fyri teir 5 skúlarnar, sum í dag bert hava barnaskúlaflokkar. Tá fáa vit nakrar royndir, sum kunnu brúkast í komandi útbygging av skúlunum í Kommununi.
Samstundis, sum vit loysa trupulleikarnar hjá næmingunum við skúlaskiftinum og vallærugrein-unum, verður meira pláss á nøkrum av hinum skúlum.
Eg mæli til, at uppskotið um felags framhaldsdeild verður sent skúlastýrunum og skúlaleiðslunum í kommununi til ummælis. Tórshavn, 11.mars 2002.«
Vónin við hesum uppskoti er fyrst og fremst at fáa kjak um málið, nú vit tosa um skúlabyggingar. Nógv verður tosað um broytingar, og nógvar rembingar eru at hoyra. Tí skal vón mín verða, at hetta verður eitt íkast til kjakið um, hvussu vit best skipa framtíðar skúlan í kommununi.