FÓLKASKÚLIN
Ein felags framhaldsdeild í Tórshavnar kommunu hevði loyst nógvar trupulleikar. Fyri tað fyrsta hevði hon bøtt um trongu hølisviðurskiftini á flestum skúlum og so hevði hon gjørt, at næmingar fingu fleiri vallærugreinir í boði. Tað heldur Elin Lindenskov, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sum skjýtir upp at kanna møguleikan fyri eini felags framhaldsdeild fyri skúlarnar í Tórshavnar kommunu.
- Skúlaskiftið er eisini ein orsøk til, at tað er skilagott at hava ein felagsskúla. Sum skúlastýrislimur í Sankta Frans og Kollafjaðrar skúla, eri eg kunnað um teir trupulleikar, sum næmingar hava av skúlaskiftinum frá 7. til 8. flokk. Næmingarnir, sum flyta skúla, koma í flokk saman við nærmingum, sum hava gingið øll sjey barnaskúlaárini á skúlanum. Tey kenna skúlan og ta mentan sum er har, meðan teir nýggju næmingarnir mugu venja seg við broyttu umstøðurnar. Ofta er tað sera trupult fyri einstakar næmingar, sigur Elin Lindenskov.
Grundarlag
Í Tórshavnar kommunu eru fimm barnaskúlar, sum ikki hava framhaldsdeild. Hoyvíkar skúli, Sankta Frans skúli, Kalbaks skúli, Kollafjarðar skúli og Adventistaskúlin. Í verandi skúlaári ganga tilsamans 128 næmingar í 7. flokki á hesum skúlum. 137 í 6. flokki, og 149 ganga í 5. flokki. Tilsamans 414 næmingar, sum næstu 3 árini, skula skifta skúla.
Umframt næmingarnar í barnaskúlunum, eru tilsamans 542 næmingar við fimta, sætta og sjeynda flokkunum á Argjum, á Venjingarskúlanum, í Kommunuskúlanum og í Eysturskúlanum. Tilsamans 956 næmingar sum komandi 3 árini skulu í framhaldsdeildina.
- Sambært næmingatalinum á teimum fimm barnaskúlunum í kommununi er grundarlag fyri einum ella tveimum felags framhaldsskúlum fyri hesar skúlar. Tilsamans ganga 416 børn í 5. ? 7. flokki í ár.
- Vit kunna byrja við eini felags framhaldsdeild fyri teir fimm skúlarnar, sum í dag bert hava barnaskúlaflokkar. Tá fáa vit nakrar royndir, sum kunnu brúkast í komandi útbygging av skúlunum í Kommununi. Samstundis, sum vit loysa trupulleikarnar hjá næmingunum við skúlaskiftinum og vallærugreinunum, verður meira pláss á nøkrum av hinum skúlum, sigur Elin Lindenskov. Hon leggur afturat, at tørvur er eisini á einum eftirskúla fyri teir næmingar, sum ikki trívast0ð.
Vallærugreinir
Mangan er tað trupult hjá næmingum at fáa ta lærugreinina, viðkomandi ynskir, tí ov fáir næmingar velja somu lærugrein. Ein størri framhaldsskúli hevði gjørt, at næmingagrundarlagið varð størri og tískil møguleikin betri til, at næmingar fáa ta lærugreinina, teir ynskja.
- Um vit høvdu ein felags framhaldsskúla í kommununi, var trupulleikin við skúlaskiftinum burtur. Tá vóru allir nærmingarnir, sum byrja í 8. flokki nýggir. Øll byrja í nýggjum umhvørvi, sigur Elin Lindenskov.
Í uppskotinum vísir hon á, at kommunurnar í Sundalagnum hava drúgvar og positivar royndir við felagsframhaldsdeild á Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
Elin Lindenskov mælir til, at uppskotið um felags framhaldsdeild verður sent skúlastýrunum og skúlaleiðslunum í kommununi til ummælis. Í løtuni fyrireikar umsitingin í býráðnum uppskotið til at leggja fyri mentamálanevndina.