Felags framhaldsdeild fyri alt økið

Fuglafjørður: “Kommunan eigur at byggja eina framhaldsdeild á Kambsdali”. Soleiðis ljóðar eitt tilmæli frá einum arbeiðsbólki sum hevur viðgjørt framtíðar skúlaskapin í kommununi.

Í einum tilmæli til kommununa verður haraftrat skotið upp, at fara í samráðingar við Eysturkommunu um eina felags framhaldsdeild, eins og aðrar kommunur verða kunnaðar um ætlanina at skipa ein NámX-líknandi 10. flokk.

Á seinasta býráðsfundi í Fuglafirði varð samtykt at taka undir við tilmælinum frá arbeiðsbólkinum og at fara undir samráðingar við grannakommununa.

Ein heildarætlan fyri alla skúlabygging skal verða gjørd, áðrenn ætlaða framhaldsdeildin verður bygd.