Felags forstáilsi um fiskivinnunýskipan

Semjan um fiskivinnunýskipanina er nærri enn nakrantíð áður, eftir at fiskivinnunýskipanarbólkurin hjá samgonguni hevði fund í gjár.

Í gjár var fiskivinnunýskipanarbólkurin hjá samgonguni á fundi, og sum skilst varð nakað, ið líkist eini semju, rokkið á fundinum. Líkt er tí til, at evsta markið, 1. februar, sum løgmaður setti á arbeiðið, fer at halda.

 

Hvørki Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ella Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vilja gera stórvegis viðmerkingar til málið. Teir vátta tó, at semja er millum samgonguflokkarnar og at andstøðan verður boðin til fundar um málið í næstu viku.

 

- Vit høvdu ein sera góðan fund í gjár og samgonguflokkarnir komu út aftur við einum felags forstáilsi. Eg vænti tí ikki, at ein semja er úr eygsjón innan 1. februar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.