Felagið hevur plantusølu á Vaglinum í góðveðrinum í dag. Ein gartnari, ið er limur í felagnum, hevur latið allar planturnar ókeypis til felagið at selja til felags endmál. Felagið Arm- og Beinbrek er eitt virkið felag. Felagið hevur minst eitt árligt tiltak, har limir felagsins fáa høvi at hittast og hugna sær. Her fáa tey møguleikan at tosa um sínar trupulleikar við onnur, ið eru í líknandi støðu.
Eisini hevur felagið ein hugnadag um jóltíðir. Annað endmálið hjá felagnum er at ráðgeva og vegleiða tey, ið hava fingið barn við breki.
Felagið hevur nógvar limir, men vónar tó, at enn fleiri gerast limir sum vara av hjá teimum, ið hava arm- og beinbrek. Árliga limagjaldið fyri eina familju er 100 krónir. Áhugaði kunnu koma oman á vaglið í dag ella seta seg í samband við formannin í felagnum, Martin Karl Olsen, á tlf 31 83 11 ella á fartelefon 264867.