Feløgini skifta út í FSF

Fótbóltur - Hóast tvey feløg hava stillað tveir av gomlu starvsnevndarlimunum uppaftur, heldur stóri meirilutin av feløgunum fast við, at tríggir nýggir nevndarlimir verða valdir á aðalfundinum um eina viku

Tað var longu leygardagin 31. oktober í 2009, at formenninir í fót­bólts­feløgunum av fyrstan tíð komu ásamt um, at øll starvsnevndin í FSF skuldi skiftast út í kjalarvørrinum av málinum um aðalskrivaran, Ísak Mikladal, ið fráfaringaravtala varð gjørd við – eftir boðum frá fel­øgunum.
Á aðalfundinum í 2010 fóru Høgni í Stórustovu, Rúni Heinesen, Magnus á Stongum og Sveinur Tróndarson úr starvsnevndini, og eftir semj­uni standa Karl Vidtfeldt, Niclas Davidsen og Niklas á Líðar­enda fyri tørni á komandi aðalfundi, sum verður næsta leygardag.
Hóast bæði B71 og B68 í vikuni eru gingin ímóti semjuni, tí tey hava stillað ávikavist Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen uppaftur, er eingin ivi um, at ein stórur meiriluti av fót­bóltsfeløgunum heldur fast við tað, tey avtalaðu upprunaliga. Niklas á Líðarenda er hinvegin ikki uppstillaður.
Semjan frá 2009 var aftur á skránni, tá formenninir hittust til fundar fyrst í desember, og enn eina ferð tóku feløgini undir við, at haldast skuldi fast útskiftingina í starvsnevndini. Tí er heldur eingin ivi um, at Jógvan Páll Joensen, Trygvi Mortensen og Heðin D. Poulsen, sum eru stillaðir upp í tráð við semj­una, verða valdir.
– Semjan var upprunaliga ein neyðloysn, sum øll feløgini tá tóku undir við, og eg ivist onga løtu í, at hon heldur. Tað skylda vit eisini teimum, ið longu eru farnir úr starvs­nevndini, sigur formaðurin í Víkingi, Páll Gregersen, sum av mong­um verður sæddur sum eitt slag av tals­manni fyri fótbólts­fel­øgini.
– Hetta snýr seg ikki um per­sónar, tí talan er um menn, ið hava brúkt nógva tíð og orku upp á fót­bóltin og hava tænt fyri seg. Men skulu vit koma víðari, mugu vit liva við hesi neyðsemjuni, sum merkir, at øll tann gamla starvsnevndin verð­ur skift út.
Formenninir í fótbóltsfeløgunum hava ein fund beint undan aðal­fundinum næsta leygardag, og lítið er at ivast í, at tá verður enn eina ferð mint á semjuna, so feløgini nú gera arbeiðið liðugt – um teimum dámar tað ella ei…