Fekk uppreisn

Meira enn pengarnir var tað umdømið, sum taldi fyri meg, segði Tony Paris, tá Rás2 í gjár tosaði við hann

Fótbóltur

Hóast hann helst er best lønti venjarin, sum hevur verið í føroyskum felagsfótbólti. Og hóast hann uttan iva er tann venjarin, sum hevur fingið mest pening við sær eftir eina uppsøgn, so vóru tað ikki pengarnir, sum drivu verkið hjá Tony Paris.
Tað var í øllum førum tað, sum hann segði við Rás2, tá hann í gjár varð spurdur um úrskurðin í sakarmálinum.
- Eg eri nøgdur. Eg fekk ikki fult viðhald í fíggjarliga kravinum, men tað var ikki tað, sum hevði størsta týdningin. Eg vildi hava uppreisn fyri ta dálking, sum hevði verið av mínum navni, og hana meti eg meg hava fingið.
- Pengarnir høvdu ikki avgerandi týdningin í so máta. Tað høvdu teir heldur ikki, tá eg gjørdist venjari í KÍ. Eg kom aftur til Klaksvíkar, tí eg eri góður við felagið, og tað eri eg framvegis. Júst hetta er úrslit av, at kanska tveir – og serliga ein persónur - í KÍ vildu av við meg frá fyrsta degi. Teir persónarnir hava eftir mínari fatan eisini høvuðsábyrgdina av, at KÍ í dag er har, sum felagið er. Men teir persónarnir eru sjálvandi heldur ikki longur partur av felagnum, segði Tony Paris millum annað við Rás2.