Á einum sjúkrahúsi í amerikanska statinum Texas hevur ein kvinna átt fýra børn - ikki fýrburar, men tvær ferðir eineggjaðar tvíburar.
Sjúkrahúsið, sum er í býnum Houston, sigur, at tann 36 ára gamla Tressa Montalvo fekk dreingirnar við keisaraskurði í síðstu viku. Hon hevði ikki brúkt nakran heilivág fyri at gerast við barn, og læknarnir siga, at møguleikin fyri, at ein kvinna kann fáa tvær ferðir tvíburar á náttúrligan hátt, er ein til 70 milliónir.
Sjúkrahúsið sigur, at Ace og Blaine vigaðu ávikavist 1640 og 1790 gram, og at Cash og Dylan, sum vórðu føddir ein minutt seinni, vigaðu 1330 og 1530 gram.










