Fekk tvífaldað revsingina

Ein maður fekk í Eystara Landsrætti hósdagin tvífaldað revsingina frá Føroya Rætti, men hetta var kortini bert prinsipielt, tí revsingin er treytað. Tað ljóðaði álvarsamt, tá løgreglufólkini greiddu frá um atburðin hjá manninum. Hann hevði barst av grimd við tey trý løgreglufólkini, men kortini var revsingin bert treytað.

Maðurin varð meldaður tí tað varð mett, at hann ætlaði at koyra bil við kenning. Tvær løgreglukvinnur fóru á staðið, og tað líkaði ikki manninum, at tær vóru kvinnur. Tær ringdu tí eftir hjálp beinanvegin.

Onkursvegna ? hin eina helt tað vera tí, at eitt grovt heglingsæl kom ? fingu tær mannin inn í løgreglubilin og koyrdu út á Landssjúkrahúsið. Maðurin var als ikki við upp á at taka blóðroynd, og hótti ta einu løgreglukvinnuna eftir familju hennara.

Tá blóðroyndin var tikin, og maðurin skilti, at hann skuldi á løgreglustøðina, gjørdist hann frá sær sjálvum. Tey trý løgreglufólkini royndu fleiri ferðir at leggja mannin í hondjørn, men hann bardi seg leysan hvørja ferð. Og ta einu ferðina langaði hann so til, at han breyt hondina á tí einu løgreglukvinnuni.

Báðar løgreglukvinnurnar søgdu, at maðurin sló eftir teimum og vildi skaða tær, og tá maðurin hevði brotið hondina á tí eini løgreglukvinnuni varð mett, at einki annað var at gera enn at brúka piparspray.

Fyrst tók løgreglumaðurin hetta í nýtslu, tó uttan at tað sá út til at virka, og síðani tók onnur løgreglukvinnan sítt piparspray í nýtslu, og tá fingu tey mannin í hondjørn og koyrdu hann á løgreglustøðina.

Revsingin, sum í Føroya Rætti var 20 dagar treytað fongsul, var í Eystara Landsrætti tvífaldað upp í 40 dagar, men framvegis treytað.