Jógvan á Høvdanum, yngri, dámar væl at arga við síum tekningum, og hann hevur eftir øllum at døma arga so illa, at summi vilja einki hava við teknirøðina hjá honum at gera.
Í vikuni fekk hann at vita frá eini kiosk í miðbýnum í Havn, at teimum dámdi ikki nýggju teknirøðina hjá honum, og at tey tí ikki vildu selja hana. Hann fær tí øll eintøkini sendandi retur.
- Onkur kiosk hevur sagt nei framman undan til at selja mína teknirøð, men hetta er so fyrsta kioskin, sum sendir mær teknirøðina aftur, tí tey hava funnið út av, hvat er í henni, sigur Jógvan á Høvdanum.
- Eg haldi, at tað er løgið at sama kiosk uttan trupulleikar kann selja donsk vikubløð við naknum konufólkum. Í mínari teknirøð er einki nakið konufólk, sigur hann.
Selt væl
Jógvan á Høvdanum, sum seinastu tvey árini hevur teknað Totalt langt úti í ungdómsblaðnum hjá Dimmalætting, kom fyri einum mánaði síðani við vínu fyrstu teknirøð.
Teknirøðin hevur eisini fingið navnið Totalt langt úti, og hon er eisini enn meiri ágangandi og avbjóandi enn teir strimlarnar, sum fólk kenna frá Krydd.
- Tey ungu hava tikið væl ímóti teknirøðini, men summi tilkomin fólk hava skeldað meg út, tí eg tekni sovorðið býtt og ljótt, sigur Jógvan á Høvdanum.
Higartil eru eini 500 eintøk av Totalt langt úti seld, men Jógvan á Høvdanum vónar, at tað koma at liggja nakrar av hansara teknirøðum undir jólatrøunum seinni í mánaðinum.