Fekk takkar-sms frá Alex Ferguson

Aftaná 1-1 javnleikin millum Blackburn og Chelsea á Ewood Park sunnudagin fekk Blackburn-venjarin sms-boð frá Manchester United-venjaranum, Alex Ferguson.

 

- Í sms-boðunum, sum eg fekk frá Sir Alex stóð at lesa: - Gott arbeiðið! Tað sá út, sum skaðarnir ikki vóru ein ov stór forðing hjá tykkum, fortelur Big Sam Allardyce til bretska blaðið, The Daily Mirror.

 

- Eg havi áður fortalt Sir Alex, at eg havi verið óttafullur, tí vit mangla fleiri spælarar orsaka av skaðum. Vit mangla málverjan, Paul Robinson, Liðskiparan, Ryan Nelsen, Vince Grella og Gael Givet, greiðir Big Sam frá.

 

Manchester United vann 2-1 á Liverpool, og tá Chelsea bert fekk javnleik 1-1 ímóti Blackburn, so liggur United nú á odda í Premier League.

 

Meðan Big Sam fekk eitt hjartaligt sms frá Sir Alex, so var Chelsea-venjarin, Carlo Ancelotti ikki so hjartaligur, aftaná 1-1 javnleikin ímóti Blackburn. - Í mun til Ferguson, so hoyrdi eg einki frá Ancelotti aftaná dystin. Men soleiðis er tað ofta, tá tú tekur stig frá teimum stóru feløgunum, staðfestir Sam Allardyce.