Fekk stóran skaða av eldi í nátt

Bæði sløkkiliðið á Tvøroyri, og tað í Vági, vóru til arbeiðis í alla nátt

Um midnáttarleitið fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum virkisbygningi hjá BKE, sum er eitt byggivirki, í Ørðavíkslíð. Sløkkiliðið á Tvøroyri fór alt fyri eitt á staðið, men eldurin var so stórur, at boð vórðu eisini send eftir sløkkiliðnum í Vági. Talan er um ein virkisbygning, sum eisini verður brúktur til verkstað, so har vóru oljutunnur, dekk, og annað inni, sum vórðu til stóran eld. Oljutunnur fóru eisini í luftina og elvdu til hvøllar brestir.

 

Løgreglan sigur, at tað tók eisini einar fýra tímar at sløkkja eldin og eftir tað tók tað eisini eina góða løtu at køla alt niður aftur, so at eldurin ikki kyknaði aftur.

 

Tað var eingin vandi fyri fólki, men bygningurin, og tað, sum inni var, hevur fingið stóran skaða. Nú verða so kanningar settar í verk fyri at royna at finna orsøkirnar til eldin.