Fekk starvsløn í morgungávu

Klokkan fýra í morgun vaknaði Marjun S. Kjelnæs við boðunum um, at hon hevur fingið 3 ára starvsløn frá Mentanargrunninum.

Fartelefonin á náttborðinum avbrýtir náttina hjá familjuni Kjelnæs. Við svøvntungari rødd svarar Dan Kjelnæs.

Tá hann skilir, at tað er Sosialurin, sum vil tosa við Marjuna, konu hansara, sum liggur og svevur so søtan undir liðini á honum, biðir hann okkum vinarliga um at ringja aftur seinni í dag.

- Klokkan er bara fýra, sigur hann.

Men hjá okkum nærkast hon middegi og deadline, og vit ætla okkum eina viðmerking frá rithøvundanum Marjuni S. Kjelnæs, tí hon hevur fingið starvsløn í trý ár frá Mentanargrunni Landsins.

Men tað vita tey eftir øllum at døma onki um, tí tey eru stødd á einum neyðarsligum motelli uttan fyri Huston í statinum Texas í USA – Dan og Marjun og børnini Jórun og Christian, sum eru ávikavist 8 og 5 ára gomul.


Visti av ongum

So hóast tíðindini hava ligið úti á Portalinum her heima allan fyrrapartin, eru vit tey fyrstu, sum bera teimum gleðiboðini um, at konan í húsinum nú endilga kann halga seg skrivilistina burturav komandi trý árini.

Tí hetta er tað, hon allarhelst vil. Og orsøkin til, at hon hevur søkt Mentanargrunnin um at sleppa at skriva í friði og náðum.

- Jamen, so rokni eg bestemt við, at hon vil snakka. Bíða líka, sigur Dan, og í bakgrundini hoyra vit hann vekja konuna

- Marjun vakna... Marjun, tú hevur fingið starvsløn í trý ár.

Og nú kemur hon sjálvandi í hornið.

Glað, hálvvakin og forvirrað.

- Meinar tú tað. Bíða líka, eg má líka klípa meg í armin, tí eg haldi at eg droymi. Nei, tað geri eg ikki. Hvat sigur tú? Tað hevði eg virkuliga ikki roknað við.. hetta er fantastiskt, sigur hon.

Næstu minuttirnir eru ein hurlivasi við ringum sambandi, skurri og fagnaði. Hon kemur fram á gólv. Letur seg skeivt í upp á bein og hon og maðurin flenna í kíki.


Skulkar frá gerandisdegnum

Beint fyri jól flutti familjan Kjelnæs heim til Føroyar at búgva aftan á trý ár í Danmark.

Men áðrenn tey komu upp á pláss í nýggja heiminum, gjørdu tey av at fara ein tríggjar mánaðar langan lívstúr til USA við børnunum.

- Vit hava tað gott og her er ómetaliga spennandi og inspirerandi. Kenni tað sum, at eg stjali mær tíð saman við børnunum - skulki frá gerandidegnum, sigur hon myndaliga.

Marjun S. Kjelnæs hevði søkt Mentanargrunnin um stuðul til fleiri verkætlanir, millum annað eitt stuttsøgusavn og eina skaldsøgu, sum hon longu eru farin undir, og fleiri barnabøkur.

Fyri nøkrum árum síðani fekk Marjun starvsløn í 2 mánaðir og eina aðru ferð í 4 mánaðir.

Í borgarliga starvinum avloysir hon sum sjúkrasystir.

- Men tað verður nú av ongum. Tí nú fari eg sjálvandi heim at skriva, sigur hon so fyndarglað hesa náttina av einum motelli í Texas.

Telefonin skurrar, ljóðið hvørvur í heilum og síðstu orðini, áðrenn hon avbrýtur, er vælkendi setningurin frá manninigini umborð á Apollo 13, sum ongantíð lendi á mánanum:

- Huston we have a problem!



--


--





Fakta:


Marjun S. Kjelnæs er fødd í 1974 og uppvaksin í Havn.

Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur.

Hon hevur vunnið stuttsøgukapping í Dimmalætting, fekk aðru virðisløn í stuttsøgukapping á Listustevnu Føroya í 2001 og fyrstu virðisløn fyri útvarpsleik á Listastevnu Føroya í 2002.

Hon hevur eisini skrivað stuttsøgur í Birting og Atlantic Revue.


Útgávur:

2001 Kópakona í Mjørki í heilum

2004 Ein farri av kolvetni

2006 Tað svarta portrið í Míni jólabók

2007 Og tú fert rennandi í Vencili 2

2007 Hvør fjalir seg í postkassanum?

2008 Hvør fjalir seg í ferðataskuni?


Heiður:

2001 Listastevna Føroya, 2. virðisløn

2002 Listastevna Føroya, 1. virðisløn

2004 Gávugóðs úr Grunni Thorvald Poulsens av Steinum

2008 Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs

2008 Virðisløn í stuttsøgukapping fyri ungdóm

2009 Trý ára starvsløn frá Mentanargrunninum


Kelda: Bókadeild Føroya Lærarafelags