Í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend til eitt ferðsluóhapp í Kirkjubø. Talan var um ein útlendskan ferðamann, sum var farin útav. Hann hevði møtt einum bili, en tá ið hann fór út í síðuna á tí smala vegnum, fór hann ov langt og fór útav.
Tá ið løgreglan koma á staðið, fingu tey illgruna um, at bilførarin var ikki edrúur, og tað fingu tey váttað, tá ið hann blásti í alkometrið.
Av tí at talan var um ein útlending, skal málið avgreiðast á staðnum, so at hann ikki fær rýmt undan revsingini, og tað var hetta málið eisini. Bilførarin viðgekk seg sekan og góðtók at rinda 4.000 krónur í bót – og tær hevur hann goldið.
Fyribils kann hann sostatt heldur ikki koyra bil aftur í Føroyum, men annars fær hetta ikki ávirkan á koyrikortið hjá honum í heimlandinum, sum hvørki er í danska ríkinum, ella í ES.