Fekk skaða í hondina

Ein ungur maður í Kvívík fekk nýggjársaftan stóran skaða í hondina nýggjársaftan av fýrverki. Skaðin hendi, tá ið ein rakett rakti mannin. Sum skilst kom rakettin bæði í búkin og í hondina á manninum. Maðurin fekk skaða í hondina av rakettini, og hann noyddist á skaðastovuna, har hann bleiv seymaður og fekk fleiri pentur.
Á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum hava tey annars ikki havt tað stóra at gjørt av fýrverksskaðum, og sagt verður, at talan hevur verið um eitt rættuliga friðarligt nýggjár.