Fekk risastóra longu

Tann 69 ára gamli týski stuttleikafiskimaðurin Wolfgang Gôtz setti nú um dagarnar heimsmet, tá hann fekk eina 182 centimetrar langa og 46,7 kilo tunga longu við tráðu úti fyri Hitra í Sør-Trøndelag í Noregi.

Norskir fjølmiðlar skriva, at longan er longu viðurkend sum norskt met, og nú verður bíðað eftir, at hon eisini verður viðurkend sum heimsmet.

Tað var ein gamal dreymur hjá Wolfgang Gôtz, sum gjørdist veruleiki, tá hann fekk longuna, tí hann hevur roynt eftir metinum í fleiri ár.

-Eg havi fingið fleiri longur, sum hava vigað meiri enn 20 kilo, men ongantíð nakra, sum var nær námind hesari. Men hetta var eisini ein harður dystur, sigur tann 69 ára gamli Gôtz við norska blaðið VG.