Tað var ákæruvaldið, sum ikki var nøgt við revsingina, sum ein maður fekk í Føroya Rætti. Hann var har dømdur 20 dagar treytaða fongsulsrevsing, og tað helt ákæruvaldið var alt ov lítið.
Maðurin var ákærdur fyri í fyrsta lagi at hava ætlað at koyrt bil ávirkaður, í øðrum lagi at hava hótt løgreglufólk og í triðja lagi at hava framt harðskap móti somu løgreglufólkum.
Hendingin fór fram 17. desember 2008. Maðurin hevði verið í býnum, og á veg til hús var hann farin inn í bilin hjá sær, sum stóð á einum parkeringsplássi. Bilin hevði hann arvað eftir pápa sín, men hann brúkti hann ikki, tí hann hevur einki koyrikort.
Hann segði, at hann plagdi at starta bilin upp soleiðis við jøvnum millumbilum, fyri at motorurin ikki skuldi gerast fastur, og fyri at hava streym á bilinum. Men hví hann dýrandi fullur og mitt um náttina hevði starta bilin, dugdi hann ikki at siga.
Hansara frágreiðing var, at tá løgreglan kom á staðið, fór hann úr bilinum og tosaði við aðra løgreglukvinnuna, sum hann segði seg kenna frá skúlaárunum. So knappliga kom hin løgreglukvinnan loypandi og sproytaði piparspray í andlitið á honum.
Hann gjørdist tí illur og vildi ikki við út á Landssjúkrahúsið at taka blóðroynd.
Tað endaði kortini við, at hann fór við, um enn ikki sjálvboðin. Hann segði, at tá blóðroyndin var tikin, sproytaðu løgreglufólkini aftur piparspray í andlitið á sær, og tí gjørdist hann óður.
Hann segði seg hvørki hava hótt ella barst við løgreglufólkini.
Ein onnur útgáva
Sum vera man høvdu øgreglufólkini eina aðra útgávu av hendingini.
Onnur løgreglukvinnan greiddi frá, at hon og starvsfelagin ætlaðu sær til Vestmanna í sambandi við, at ein eldri kvinna var horvin, tá tær fingu boð frá støðini um eina møguliga spirituskoyring.
Tær vóru Yviri við Strond ,júst farnar framvið Eik Banka, tá tær vendu og við miklari ferð – tó uttan ýtrykning – koyrdu á staðið. Maðurin í bilinum gjørdist beinanvegin hóttandi og gjørdi onkra viðmerking um, at hann nokk skuldi klára tvær kvinnur.
Hann vildi ikki við á Landssjúkrahúsið at taka blóðroynd, men tá eitt grovt heglingsæl kom, fingu tær hann kortini inn í bilin.
Maðurin hevði verið hóttandi og sagt, at hann visti hvørjar tær vóru og at hann nokk skuldi finna út av, hvar tær búðu.
Tær báðar løgreglukvinnurnar mettu støðuna so hættisliga, at tær valdu at ringja eftir hjálp.
Komin út á Landssjúkrahúsið vildi maðurin ikki inn, men tá kom so løgreglumaðurin, sum ringt var eftir, og tey fingu so í felag mannin inn á Landssjúkrahúsið.
Inni á Landssjúkrahúsinum hótti hann aðra løgreglukvinnuna og familju hennara. Hon valdi tí at halda seg burtur, tá blóðroyndin varð tikin.
Hin løgreglukvinnan var tó til staðar, meðan blóðroyndin varð tikin, og hon segði, at maðurin alla tíðina gjørdi mótstøðu og ikki vildi tosa við læknan, tí hesin var dani.
Blóðroyndin varð tó tikin, og hon vísti eina promillu á 3,03.
Sló eftir løgreglufólkunum
Tá blóðroyndin so var tikin, var at fara á løgreglustøðina, men tá ákærdi hoyrdi hetta, gjørdist hann frá sær sjálvum.
Løgreglufólkini royndu fleiri ferðir at taka mannin og leggja hann í hondjørn, men maðurin reiv eg leysan hvørja ferð. Einaferð hann reiv seg leysan, langaði hann so til, at hann – skuldi tað vísa seg – breyt eitt bein í høgru hond á aðrari løgreglukvinnuni.
Nú hildu løgreglufólkini, at aðrir bollar máttu á súpanina, so løgreglumaðurin tók fram piparspray og sproytaði mannin í andlitið, men tað sá ikki út til at hjálpa. Onnur av løgreglukvinnunum tók síðani sín piparspray dunk og sproytaði mannin í andlitið aðru ferð, og tá bar til.
Tey fingu lagt mannin niður og í hondjørn, og koyrdu hann síðani í detentiónina. Sambært løgreglukvinnunum rópti maðurin ókvemsorð eftir teimum alla tíðina.
Verjin hjá manninum segði, at einki prógv var fyri, at maðurin ætlaði at koyra bil hesa náttina, og tað gav Eystari Landsrættur honum rætt í. Hinvegin metti Landsrætturin, at meiri hald var í pástandinum hjá ákæruvaldinum tá tað kom til harðskap móti løgreglufólkunum, og Landsrætturin broytti dómin hjá Føroya Rætti soleiðis, at maðurin í staðin fyri 20 dagar fekk 40 dagar treytað fongsul.
Tað skal sigast, at ákæruvaldið var viknað við tað, at ákærin, sum hevði ført málið allan vegin og eisini dagin fyri, um morgunin knappliga føldi seg illa og varð koyrdur á Landssjúlrahúsið.
Hetta merkti, at Karen Marie Olesen, fúti, tók yvir, og tað sigur seg sjálvt, at hon ikki hevði møguleika at seta seg fult inn í málið. Tað førdi til, at hon lítið og einki brúkti av frágreiðingini løgreglukvinnuni, sum varð avhoyrd dagin fyri, og sum hevði ta mest detajlieraðu frágreiðingina.
Í síðsta enda var dómurin bara prinsippiellur, við tað, at hann var treytaður.










