Fekk ongar grundgevingar fyri eykajáttan

Hans Pauli Strøm hevði ongar grundgevingar at vísa á, fyri at játtanin til heilsufrøðiskipanina skuldi hækkast. Tí var umbønin um eykajáttan ikki gingin á møti, sigur formaðurin í trivnaðarnevndini, Jørgen Niclasen

Jørgen Niclasen leggur afturat, at í viðmerkingunum til umbønina um eykajáttan vísti Hans Pauli Strøm á, at nýggja lógin fyri heilsufrøðiskipanini ikki var mett at hava fíggjarligar avleiðingar í mun til galdandi skipan.
- Tískil sat trivnaðarnevndin i eini støðu, at hon onga grundgeving hevði fingið fyri, hví játtanin skuldi økjast. Um vit ikki høvdu sett spurnartekin við eina slíka umbøn, høvdi vit ikki gjørt okkara arbeiði, sigur Jørgen Niclasen.
Í eini roynd at fáa innlit í, hvat peningurin møguliga skuldi brúkast til, bað trivnaðarnevndin Hans Paula Strøm tískil um eitt yvirlit yvir virksemið hjá skipanini.
- Svarið frá landsstýrismanninum var tá, at skipanin ikki hevði tøkniliga ella fíggjarliga orku til at gera eitt slíkt yvirlit.
Samanumtikið eydnaðist tað okkum sostatt ongantíð at fáa at vita, hví játtanin skuldi hækkast, ella hvat virksemið hjá skipanini umfatar. Ùt frá hesum metti fíggjarnevndin tí heldur ikki, at orsøk var fyri at hækka játtanina til heilsufrøðiskipanina, sigur formaðurin í trivnaðarnevndini, Jørgen Niclasen