Í fjør fekk fekk Løgtingsins Umboðsmaður 50 klagur og tað eru væl færri enn vanligt hesi seinastu árini. Løgtingsins Umboðsmaður sigur í ársfrágreiðing síni, sum akkurát er liðugt, at hesi seinastu trý árini hevur talið á klagum ligið um 80 um árið, og vit skulu heilt aftur til 2012, at talið á klagum hevur verið so lágt, sum tað var í fjør.
Av teimum 50 klagunum, Umboðsmaðurin fekk í fjør, vórðu 45 endaliga avgreiddar áðrenn ársskiftið. Harumframt vóru 11 klagur avgreiddar, sum vóru innkomnar áðrenn í fjør, men sum ikki vóru avgreiddar. Umframt tær ítøkiligu klagur, sum umboðsmaðurin fekk í fjør tók hann fýra má upp av sínum eintingum.
Av klagunum, sum vóru avgreiddar í fjør, endaðu 11 klagur við, at frágreiðing varð skrivað, 33 klagur endaðu við einari aðrari viðgerð enn eini frágreiðing. Talan kann vera um at senda klaguna víðari til ein kærumyndugleika, ella at gongd er komin á eitt mál aftur, ella okkurt annað. Hinvegin vórðu 12 klagur afturvístar.
Umboðsmaðurin hevur sett sær sum mál, at eftir at alt tilfar er útvegað, skal tað ikki taka meiri enn tríggjar mánaðir at viðgera eina klagu. Í fjør var viðgerðartíðin tveir mánaðir í miðal, meðan viðgerðartíðin eftir at alt tilfar varð útvegað, var bara 15 dagar.
– Hetta er at fegnast um, men málið er alla tíðina at fáa viðgerðartíðina niður, uttan at hetta skal ganga út yvir dygdina í arbeiðinum, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.
Long viðgerðartíð kann hava bæði fíggjarligar og persónligar avleiðingar fyri viðkomandi borgara, leggur Umboðsmaðurin afturat.Fekk nógv færri klagur í fjør