Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið í gjárkvøldið, tá ið viðkomandi koyrd í undirsjóðartunlinum til Vágar.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tá ið løgreglufólk vóru úti á gøtuni og gjørdu ferðslukanningar, varð ein tikin í undirsjóðartunlinum.
Bilførarin koyrdi 101 km/t, og tað er júst markið, sum kostar eitt klipp í koyrikortið. Løgreglan gjørdi ferðslukanningar um Kollafjørð og har á leið í nakrar tímar í gjár. Har vóru í alt fýra persónar tiknir, sum ikki yvirhildu ferðslulógina.