Kommunulæknaskipan
- Í Eysturoynni er sum eitur akutt læknahjálp. Í øllum førum er tað gott at hava góða heilsu.
Tað staðfestir ein ungur pápi turrisliga.
Djóni Ejdesgaard býr í Svøríki, men nú hann var heima og ferðaðist hjá verforeldrunum í Eysturoy kom hann soleiðis fyri, at hann ein leygardag fekk brúk fyri læknahjálp til lítla sonin.
- Men har var ongin lækni at fáa fatur á. Eg ringdi frá Peri til Pól, men sama, hvar eg ringdi, varð eg altíð biðin um at ringja onkra aðrastaðni.....
Og tað endaði við, at hann fekk ongantíð lækna til sonin og tíansheldur gavst hann.
- Orsøkin til at eg gavst var sjálvsagt tann, at talan var ikki um nakað heilt álvarsligt, tó at tað var ein trupulleiki, sum eg metti hevði brúk fyri eini læknahond uttanfyri vanliga viðtalutíð.
Men hann heldur, at tað eigur og má ikki koma fyri, at tað ikki ber til at fáa fatur á kommunulæknanum uttan fyri vanliga viðtalutíð.
- Skuldi eg havt fatur á lækna hendan leygardagin, var einasti møguleika at ringja til alarmsentralin á 112, men tað helt eg vera nakað nógv avgjørt í hesum føri, sigur Djóni Ejdesgaard.
Sendur frá telefonsvarara til telefonsvarara
Hann sigur, at hendan dagin, hann fekk brúk fyri lækna, gjørdi hann, sum hann átti: Hann ringdi til kommunulæknan í økinum og har kom ein kom ein telefonsvarari til sum boðaði frá, hvør hevði læknavaktina.
Men tá byrjaði ein oyðimarkargongd uttan enda:
- Telefonsvararin hjá komunulæknanum á Eiði segði, at tað var læknin á lækna- og heilsumiðstøðina í Gøtudali, sum hevði vakt. Men á lækna- og heilsumiðstøðina í Gøtudali kom eisini telefonsvarari til og hann beindi meg víðari til komunulæknan á Skála. Kommunulæknin á Skála hevði eisini fingið telefonsvarara og hann vildi heldur onki hava við meg at gera, men beindi meg aftur, til.......lækna- og heilsumiðstøðina í Gøtudali, sum eg akkurát hevði tosað við frammanundan.
- Tá ið eg nú varð sendur í ringrás í Eysturoy, royndi eg eydnuna í Havn. Har fekk eg fatur á einum lækna, sum helt, at hygguráðini vóru at geva mær nummari hjá einum portøri á Landssjúkrahúsinum so at hann kundi fortelja mær endaliga, hvar eg skuldi ringja.
- Eg so ringdi, men tá ið tað svaraði, var tað Aoptekið, sum eg hevði fingið nummarið hjá.....
Djóni sigur at tá gav hann skarvin yvir.
Men hann helt kortini, at tað kundi verið at onkur í Eysturoy veruliga fekk brúk fyri lækna og tí helt hann, at tað var rættast at gera vart við støðuna so at rættlag kundi fáast á læknavaktina.
- Tað gjørdi eg við at ringja á Landssjúkrahúsið. Har fekk eg fatur á eini sjúkrasystir. Hon trúði mær ikki rættiliga, men tá ið hon hevði roynt sjálv at ringja, mátti hon ásanna, at her ruggaði ikki alt rætt. - Tá ið hon hevði staðfest tað, gjørdi hon tað, hon kundi fyri at hjálpa mær og var bæði hjálpsom og blíð, tað skal hon eiga.
Hann sigur, at hann hevur tosað við fólk um hendingina og hann hevur fingið at vita, at hetta er ikki eitt eindømi.
- Eitt er, tá ið talan er um staðkendar føroyingar ið hava brúk fyri lækna. Vit kunnu kanska altíð vita onkustaðni at ringja. Men er talan um ferðafólk og annað ókunnugfólk, vita tey valla út ella inn og kunnu skjótt vera um ein háls.
Djóni Ejdesgaard heldur tí at bara tað, at hetta kann koma fyri, vísir, at tað er avgjørt neyðugt at skipa hesi viðurskifti betri.
- Ein máti kundi verið, at øll í Føroyum høvdu eitt felags telefonnummar at ringt til, sum síðani kundi beint fólk víðari til rætta læknan. Ì øllum førum er neyðugt at samskipa hetta betur, heldur hann.
Harmuligt at skipanin ikki virkar
Knud Jacobsen, kommunulækni á Eiði, heldur, at tað er sjálvandi sera harmiligt, at skipanin hjá kommunulæknunum ikki riggaði til fulnar hetta vikuskiftið.
- Hendan leygardagin var kommunulæknin í Norðragøtu á vakt, men hvat er hent har, veit eg ikki.
Men kommunulæknin á Eiði vísir staðiliga aftur, at hetta kemur javnan fyri.
- Tað fleiri ár síðani, at slíkt er hent seinast. Ta ferðina ringdi løgreglan til mín og segði, at onkur, sum hevði brúk fyri læknahjálp, hevði ringt á 112. Tá fór eg alt fyri eitt til arbeiðis, hóast eg í roynd og veru hevði frí, sigur hann.
Knud Jacobsen sigur, at eina ferð um mánaðin gera læknarnir í Eysturoy eina vaktarskipan, ið plagar at rigga.
- Tá vit ikki eru á vakt, geva vit sjúklingunum greið boð um hetta á telefonsvararanum og viðkomandi, sum ringir, fær somuleiðis at vita, hvør lækni er á vakt.
Andrias Petersen, kommunulækni í Norðagøtu, er í summarfrítíð. Á læknamiðstøðini í Norðagøtu vóru sostatt vikarar til arbeiðis, og teir vildu ikki gera nakra viðmerking.
.










