Fekk horvin hjún í trolið

Eini eldri donsk hjún, sum hvurvu í summar, eru nú funnin. Ein trolbátur fekk líkini í trolið í gjár

Hjúnini Ruth og Finn Teisen, sum búðu á oynni Strynø, fóru í summar til Ærø við stuttleikabátinum, sum tey ætlaðu at selja, tí ein maður á Ærø hevði sagt seg vera sinnaðan at keypa bátin. Fólk á Ærø sóu bátin liggja fyri akkeri, men Ruth og Finn Teisen vóru ikki at síggja.

 

Løgreglan leitaði væl og leingi á landi og á sjónum, men til fánýtis. Tann 25 ára gamli maðurin, sum hevði víst bátinum áhuga, bleiv tikin, og hann viðgekk at hava stungið hjúnini og at hava tveitt tey í havið, men noktaði seg sekan í manndrápi.

 

Seinnapartin í gjár fekk ein trolbátur líkini av hjúnunum í trolið. Tað vísti seg, at tey vóru samanbundin.