Løgreglan fekk í gjárkvøldið fráboðan um øgiligan larm og gang í einum grannalag í Fuglafirði. Løgreglan fór á staðið og gjørdi fólkunum greitt, at tey máttu dempa seg.
Talan var um tveir persónar, sum skeldaðust, men tey skildu at enda boðini frá løgregluni og dempaðu seg.
Tá løgreglan gjørdi ferðmátingar millum Fjarða í gjár varð eingin tikin fyri at koyra ov skjótt, men løgreglan gjørdi eisini grein 13 kanning. Tá var ein bilførari skrivaður fyri at koyra við einum ov stórum viðfestisvogni, sum hann ikki hevði koyrikort til.
Í Havn var tiltakið Bryggjulaksuri í Vágsbotni, og har var løgreglan eisini til staðar, men har vóru ongar politiuppgávur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Á Bátafestivalinum á Toftum fekk løgreglan fráboðan um nakrar unglingar, sum gjørdu ónáðir. Løgreglan fekk fatur á onkrum teirra, sum fingu nøkur orð frá løgregluni, sum tó ikki veit, um talan var um teir røttu dreingirnar.
Løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein persónur var farin avstað við bili og ávirkaður, men tað eydnaðist ikki løgregluni at finna hvørki bil ella persón.
Annars sigur vaktleiðarin, at nógv fólk var í býnum bæði í Klaksvík og í Havn í nátt, men at ongur politiuppgávur stóðust av tí.