Rógvi Nybo
- Nýggja KT-skipanin er trygg. Avbjóðingar hava verið við umleggingini, men hesar eru rættaðar og øll dáta er komin upp á pláss og trygdin í lagi, staðfestir Eik Banki í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar í morgun.
Men tíðindaskrivið er ikki meira enn komið inn, so hava vit enn eitt feskt dømi um, júst hvussu ótrygg henda skipanin er hjá fyritøkum og brúkarum at vera í.
Ein brúkari av Heimagreiðsluni hjá Eik Banka vísti okkum í morgun á, at tá hann í gjárkvøldið fór inn á Heimagreiðsluna hjá sær, hevði hann brádliga atgongd til kontoir, sum hann als ikki kendist við, og har tað stóðu rættiliga fitt av peningi.
- Tað vísir seg at hetta er ein væletablerað fyritøka, sum eigur hesar kontoirnar, og at eg knappliga havi atgongd til bæði lán og pening hjá hesari fyritøkuni, sigur brúkarin, sum Sosialurin kennir samleikan hjá.
Skipanini feilar einki
Tá hesin ítøkiligi trupulleikin verður lagdur fram fyri Marner Jacobsen, stjóra í Eik Banka, vil hann fyrst sleppa at kanna málið.
- Í hesum førinum er talan um ein manuellan feil, altso ein feilur frá einum starvsfólki og ikki við skipanini, er svarið, stjórin í Eik Banka kemur við.
Marner Jacobsen greiðir frá, at henda skipanin er bæði forsvarlig og trygg, og at hesin manuelli feilurin einki hevur við trygdina í skipanini at gera.
- Men vit hava havt, og tað mugu vit viðganga, vit hava havt øgiliga stórar innkoyringartrupulleikar. Og tað er soleiðis, at tá mann byrjar upp á eina nýggja skipan, so mugu øll venja seg við hana. Eisini tey, sum skulu hjálpa kundunum og vegleiða teir. Og tað gevur nakrar avbjóðingar, og tað er so tað, sum vit hava roynt at lætt um, so nógv sum gjørligt, og vit gera alt, vit kunnu, fyri at lætta um hjá kundunum. Vit mugu nokk siga, at vit hava undirvurderað, hvussu stór avbjóðingin bleiv við serliga brúkaraupplivilsinum hjá kundunum, sigur Marner Jacobsen.
Hann vísir eisini á, at tá tú skiftir skipan, fer tað altíð at verða ein mánaður ella tveir, sum verða ein innkoyringarfasa, bæði til at kundarnir og starvsfólkini verða von við at nýta skipanina.
Kennið tykkum trygg
Marner Jacobsen stendur fast við, at tað er eingin skipan í heiminum, sum riggar 100 prosent, men at tað eru eingir grundleggjandi trupulleikar við hesari skipanini, og at kundarnir kunnu kenna seg púra tryggar við at nýta nýggju KT-skipanina, sum bankarnir herfyri tóku í nýtslu.
Ótryggur tryggleiki
Spruningurin er bert so, hvussu tryggar kundarnir hjá bankunum, bæði fyritøkur og einstaklingar, skulu kenna seg, tá fjølmiðlarnir næstan dag og dagliga síðan umleggingina fáa nýggj dømi um, at fólk ikki hava atgongd til egnar kontoir, samstundis sum onnur hava atgongd til bæði pengar og lán hjá fyritøkum og einstaklingum.
Og tað óansæð, um talan er um feilir í skipanini ella manuellar tastifeilir.