Fekk fanfaru frá løgtinginum

Undir stásdøgurðanum fyri drotningini, helt løgmaður, Aksel V. Johannesen, røðu fyri hennara hátign.

 

Í røðu síni segði løgmaður, at endamálið við stásdøgurðanum er millum annað at heiðra hundraða  ára gamla vinarbandið millum londini bæði, eitt band, sum er bæði ídnaðarligt, politiskt og persónligt.

- Hetta bandið mugu vit varðveita, hóast tíðirnar og umheimurin broytast alsamt skjótari, segði løgmaður.

 

Løgmaður vísti á, at føroyska samfelagið var nógv broytt, síðani kongavitjanina í 1959, tá drotningin vitjaði sum 19 ára gomul. Hann vísti á, at okkara lítla samfelag hevur í stóran mun broytt karakter. Okkara samband við útheimin er vorðið nógv betri og vit hava tikið stór fet innan grøna orku. Føroyar eru av álvara vorðið eitt modernað samfelag, segði hann millum annað.

 

- Tað mótsatta av menning er avtøka. Tí mugu vit áhaldandi mennast. Men í hesi menning er tað týdningarmikið, at vit minnast søgurna og felagsskapin. Vit mugu eymliga varðveita okkara siðvenju og felags søgu, hóast broytingarnar henda skjótt, segði løgmaður.

 

At enda gav løgmaður hennara hátign eina gávu frá Føroya Løgtingi. Gávan er ein fanfara, sum Ólavur Olsen hevur skrivað, og sum fyrstu ferð varð framførd í Norðurlandahúsinum í kvøld, tá drotningin tók sess.