Fekk einans stýrt í stýriborð

Mikumorgunin fór eitt rør til stýripumpuna á Ternuni I, tá hon var á veg fyrsta túrin hendan dagin frá Skálafjørðinum til Havnar.

John Johannessen


Mikumorgunin fór eitt rør til stýripumpuna á Ternuni I, tá hon var á veg fyrsta túrin hendan dagin frá Skálafjørðinum til Havnar.

Avleiðingin av hesum var, at skipið einans fekk stýrt í stýriborð.

Veðrið var gott mikumorgunin, og tí var aldri nakar vandi á ferð. Harafturat hevur Ternan I eisini bógskrúvu, sum tað ber til at stýra við.

Ternan I kom í øllum góðum til Havnar, men fekk kortini ikki lagt at á Bursatanga, sum vanligt. Í staðin fekk hon lagt at ytst á molanum.

Brekið á Ternuni I varð skjótt umvælt, og skipið siglir nú aftur sum vanligt millum Skálafjørðin og Havnina.