Løgreglan í týska landspartinum Hesse kunngjørdi í dag, at forstjórin í Deutsche Bank, Josef Ackermann (myndin), fekk eina bumbu í einum pakka við postinum í gjár.
Løgreglan sigur í fráboðanini, at pakkin varð sendur høvuðsskrivstiovuni hjá Deutsche Bank í Frankfurt, og at kanningar vístu, at ein bumba var í pakkanum.
Løgreglan vil ikki koma við fleiri upplýsingum, fyrr enn málið er betur kannað, skrivar týska tíðindastovan DPA úr Frankfurt.










