Fekk bót og klipp í koyrikortið

Ein bilførari fekk í gjár bæði klipp í koyrikortið og bót

Tað var ein bilførari í Vágum, sum í gjár bleiv steðgaður av løgregluni. Bilførarin hevði børn í bilinum, og børnini sótu ikki í trygdarbelti. Tað hevði so við sær, at bilførarin fekk bæði bót og klipp í koyrikortið.