Ron Reagan, sum er sonur fyrrverandi amerikanska forsetan Ronald Reagan, skrivar í einari ævisøgu um pápa sín, at pápin fekk Alzheimers, meðan hann var forseti. Alment bleiv sjúkan ikki staðfest fyrr enn fimm ár aftaná, at Ronald Reagan var farin úr Hvítu Húsunum.
Men í ævisøguni skrivar sonurin, at hann sá sjúkutekin hjá pápanum, tá hann hevði verið forseti í trý ár, og at hetta var heilt týðiligt, tá pápin kappaðist við Walter Mondale um forsetaembætið í 1984.
6. februar eru 100 ár, síðani Ronald Reagan var føddur. Hann doyði í 2004.