Í samband við Várdagar í Nes kommunu, verður í annaðkvøld skipað fyri einum sonevndum mannfólkakvøldi á Svangaskarði.
Kvøldið byrjar klokkan 19, og tað er Tofta Ítróttarfelag, ið er fyriskipari.
- Her verður nógv áhugavert á skránni, og tað verður Tórður Mikkelsen, toftamaður og kendur sjónvarpsmaður, sum verður orðstýrari.
Løgtingsmaðurin, Hendrik Old og presturin, Henning Bøgesvang, fara eisini at hugleiða á kvøldinum.
Løgtingsmaðurin, Bill Justinussen og havnameistarin hjá Runavíkar havn, Tórbjørn Jacobsen, fara at syngja.
Fyritøkurnar, Navia, Berglon og KBI, fara at sýna fram sítt vøruúrval til menn, og í hesum sambandi fara fyritøkurnar eisini at hava nøkur góð tilboð.
Í steðginum verður væl smurt og leskiligt smyrjibreyð at fáa.
Meira er at lesa um Várdagar og mannfólkakvøldið á Svangaskarði á heimasíðuni hjá Nes kommunu - www.nes.fo