Feitt bila- og motorsúklutiltak í Fuglafirði

Tiltakið, sum verður við Mentanarhúsið í Fuglafirði, er ætlað ellisakførum, serbilum og motorsúklum.

 

Alment bil-og motorsúkklutreff verður í Fuglafirði leygardagin 23. juni, og tað eru Fuglafjarðar Ellisakfør sum skipa fyri. Tiltakið, sum verður við Mentanarhúsið, er ætlað ellisakførum, serbilum og motorsúklum.

 

Fuglafjarðar Ellisakfør hava seks ár á baki og hava í dag 18 virknar limir, sum hittast hvørt mikukvøld í Gamla Timburhandli í Fuglafirði.  

 

Í hølunum er pláss hjá limum at hava akførini standandi, og vera hesi javnan víst fram til áhugaði sum koma framvið.

 

- Hugskotið við tiltakinum leygardagin er at savna so nógvar bilentusiastar saman sum gjørligt, har fólk hava høvi at síggja ella vísa fram síni akfør.

 

Í samband við tiltakið, verður eisini skipað fyri rekkjukoyring av Kambsdali til Fuglafjarðar, har koyrt verður frá ítróttarhøllini á Kambsdali til parkeringsøkið við Mentanarhúsið í Fuglafirði.

 

Úr Fuglafirði verður sagt, at tey, sum vilja verða við, skulu møta við ítróttarhøllina á Kambsdali leygardagin klokkan 13.30. Mentanarhúsið fer at hava opið, og høvi verður at keypa sær kaffi og okkurt etandi.

 

- Tiltakið við Mentanarhúsið verður frá klokkan 14-17, og er okkurt at spyrja um í hesum sambandi, eru fólk vælkomin at seta seg í samband við Hans David Erling Joensen.