Feilur í fleiri Volvo bilum - eisini seldir í Føroyum

- Tey, sum hava bilar, ið eru raktir av trupulleikanum fáa eitt bræv frá okkum, sigur stjórin í P/F Wenzel

Fleiri túsund Volvo bilar eru í vanda fyri at vera raktir av oljuleka. Stóri svenski bilframleiðarin hevur tí afturkallað 37.000 bilar í Svøríki og 2.300 í danska kongaríkinum. Tað er tí eisini stórur møguleiki fyri, at føroyskir Volvo-keyparar eru raktir av trupulleikanum.

 

Talan er um ein trupulleika við einari oljuslangu, sum kann leka, og av trygdaráðum verða bilarnir afturkallaðir.

Føroyski Volvo veitarin er P/F Wenzel, og fyritøkan hevur fingið somu boð sum donsku Volvo veitararnir í dag.

   

 - Tey, sum hava bilar, ið eru raktir av hesum trupulleikanum fáa eitt bræv frá okkum, har vit innkallað teir á verkstað. Talan er ikki um beinleiðis afturkalling, men heldur fyribyrging, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í P/F Wenzel.

 

Rúni Djurhuus sigur, at telduposturin um oljulekan akkurát er komin hendan seinnapartin, og tað verður kannað nærri beinanvegin. P/F Wenzel hava eina skipan, har tey skjótt kunnu finna útav, hvørjir bilar eru ávirkaðir.

 

 

Hesir dieselbilarnir frá 2015 og 2016 eru ávirkaðir, sambært Volvo Car Denmark A/S:

 

V40

V 40 Cross Country

S60

V60

V60 Cross Country

XC60

V70

XC70

S80

XC90

 

 

 

Á heimasíðuni hjá P/F Wenzel sæst, at hesir bilarnir standa til sølu í Føroyum: V40, S60, V60, XC90, XC60