Fleiri hundrað fólk vóru komin saman við trappuna í Vágsbotni í kvøld, har EM-dysturin ímillum Ísland og Portugal varð vístur á stórskíggja. Tað vóru Televarpið, Ljóðtøkni, Tórshavnar kommuna og Miðlahúsið, sum skipaði fyri tiltakinum.
Hýrurin var ógvuliga góður á fólki – serliga ta løtuna, tá ið Ísland javnaði til 1-1. Løtuna ímóti dystarenda kendist fjáltur ímillum áskoðararnar, men tíbetur helt úrslitið sær, og Ísland fekk eitt frálíkt stig burturúr fyrsta EM-endaspælsdysti í søgu teirra.
Tá ið dómarin bríkslaði dystin av, reistust føroysku áskoðararnir og fagnaðu góða úrslitinum hjá grannum okkara. Hýrurin er - eina løtu eftir dystin - framvegis góður í Vágsbotni, har slagorðini ”Áfram Ísland” verða sungin.
Niðanfyri er ein myndarøð frá EM-tiltakinum í Vágsbotni.