Bogi Andreasen, býráðslimur, tekur undir við ætlanini hjá mentamálanevndini í Tórshavnar býráð um at útbyggja bæði høllina á Hálsi og høllina í skúlanum á Argjahamri.
- Tað er gleðiligt, at mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur samtykt at víðka høllina í skúlanum á Argjahamri, so at hon fær støddina av eini ítróttarhøll. Nú skal býráðið bara samtykkja málið, sigur Bogi Andreasen á politisku facebook-vanga sínum.
Hann peikar á, at tað er tørvur á eini høll á Argjum, har eitt nú nýggja ítróttarfelagið, ÍA, heldur til. Bogi metir, at næsta stig eigur at vera ein miðvís ætlan fyri ítróttarhallirnar.
- Næsta stigið eigur at vera, at býráðið ger eina miðvísa ætlan at víðka hallarfermetrarnar, sum ítrótturin í høvuðsstaðnum hevur stóran tørv á. Í einari miðvísari ætlan fyri ítróttarhallir eigur at verða greinað nærri, hvussu komandi hallir í høvuðsstaðnum verða best staðsettar bæði landafrøðiliga og í mun til fólkatalið, sigur Bogi Andreasen.