Fegnast um undirtøkuna sum Á-handilin hevur fingið

- Vit eru sera fegin um okkara starvsfólk, harav nøkur hava arbeitt her í fleiri ár. Øll eru góð við handilin og ganga høgt uppí at gera sítt besta fyri viðskiftafólkini, sigur Bassi Haraldsen

 

- Vit eru viðskiftafólkunum í nærumhvørvinum í Vági og kring um í Suðuroynni sera takksamir. Fólk hava tikið væl ímóti okkum, sigur Bassi Haraldsen, sum sjálvur hevur røtur faðirætt í Sumba

Tað verða tvey ár í summar, síðan Kristian Sune Haraldsen, vanliga róptur Bassi í Fuglafirði og Høgni Hansen, stjóri hjá P/F Poul Hansen í Havn, keyptu handilsmiðstøðina, Torgið í Vági. 

 

Bassi og Høgni hava fleiri matvøruhandlar saman, og nýggjasti handilin hjá teimum verður ein nýggjur Á-handil á Argjum, sum ætlandi letur upp seinni í ár.    

Tá Torgið í Vági skifti eigara, og Bassi og Høgni tóku yvir, helt matvøruhandilin í Vági fram sum Á-handil eftir konseptinum hjá Á, har matvørurnar eru í fokus.  

Umframt vanligu gerandisvørurnar, fær Á-handilin í Vági nýggjar fruktir og grønmenti tvær ferðir um vikuna, eins og handilin fær veitingar við feskum og leskiligum Krás-vørum gjøgnum vikuna.

- Vit valdu at tilllaga konseptið í Vági, soleiðis at handilin nú líkist meira øðrum Á-handlum hjá okkum og er sum ein vanligur gerandishandil við matvørum, sigur Bassi Haraldsen.

 

Fegnast um undirtøkuna

Kioskin, sum var í Torginum við kafé og salatbarr, tá tú komst innar, er ikki meira. Nakað er eisini ruddað upp í úrvalinum í handlinum, og onkrar dagføringar eru gjørdar í handilshølunum.   

Í næstum verður farið í holt við at snøgga handilsbygningin uttan, har allur bygningurin verður málaður. 

Umframt at gera ymiskar snøggingar, bæði innan og uttan í handilsmiðstøðini, fer Á-handilin í Vági eisini at veksa um útboðið av matvørum, sum soleiðis verður enn størri, enn tað er í dag.

Bassi Haraldsen letur annars væl at undirtøkuni, sum Á-handilin í Vági hevur fingið hesi sløku tvey árini, sum hann og Høgni hava átti virksemið.

- Vit eru viðskiftafólkunum í nærumhvørvinum í Vági og kring um í Suðuroynni sera takksamir. Fólk hava tikið væl ímóti okkum, sigur Bassi, sum sjálvur hevur røtur faðirætt í Sumba.

 

##med2##

 

Góð og dugnalig starvsfólk

Eigararnir eru eisini ógvuliga fegnir um tey starvsfólk, sum arbeiða í Á-handlinum í Vági.

- Nøkur hava arbeitt her í fleiri ár. Øll eru góð við handilin og ganga høgt uppí at gera sítt besta fyri viðskiftafólkini. 

Bassi Haraldsen vísir á, at í ovaru hæddini í handilsmiðstøðini hava gjøgnum tíðirnar verið ymiskir handlar, men her er eingin handil í løtuni.

Men, soleiðis verður ikki leingi aftrat, tí hin 1. juni í ár letur nýggjur og spennandi handil upp í ovaru hæddini.

- Vit hava leigað hølini á loftinum út, og her kemur ein spennandi veitari inn, sum fer at brúka alt loftið. Enn er ov tíðliga at avdúka, hvør leigarin er, og hvør handilin verður, men skjótt verður meira at frætta um hetta, sigur Bassi Haraldsen

Vit kunnu leggja aftrat, at Á-handilin í Vági hevur opið allar dagar í viku – uttan sunnudag - frá klokkan 07 til 22 og umframt allar vanligar matvørur, fæst eisini allur vanligur bakstur, eins og morgunbreyð fæst hvønn morgun.

 

- Vit eru viðskiftafólkunum í nærumhvørvinum í Vági og kring um í Suðuroynni sera takksamir. Fólk hava tikið væl ímóti okkum, sigur Bassi Haraldsen, sum sjálvur hevur røtur faðirætt í Sumba