Fegnast um meiri pengar – men biðja um meiri

Fólk fáa eitt betri lív, siga fakfeløg

Arbeiðseftirlitið er ein stovnur, sum bjargar lívum. Men játtanin til stovnin er ludtfalsliga lítil og eigur at verða hækkað.

 

Tað siga tey seks fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár, er til viðgerar.

 

Tey seks fakfeløgini eru Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Starvsmannafelagið, Akademikarafelag Føroya og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

 

Tey fegnast um, at ætlanin er at hækka játtanina til Arbeiðseftirlitið 400.000 krónur næsta ár.

 

Tey fegnast eisini um, at endamálið er at seta nakað av hesum peningi av til sálarliga arbeiðsumhvørvið.

 

Kortini heita tey á Løgtingið um at hækka játtanina 600.000 krónur afturat, so at játtanin til Arbeiðseftirlitið hækkar eina millión tilsamans næsta ár.

 

Og tey halda, at peningurin skal markast til at hava eftirlit við tí sálarliga arbeiðsumhvørvinum.

 

- Sálarliga arbeiðsumhvørvið hevur ovurstóran týdning. Við ringum sálarligum arbeiðsumhvørvi, eru fólk meira sjúk, arbeiðið tey gera er verri, og úrslitini á arbeiðsplássinum verða vánaligari. Sostatt er ein beinleiðis fíggjarligur vinningur í, at tryggja at arbeiðseftirlitið er gott, siga feløgini.

 

- At raðfesta Arbeiðseftirlitið og tryggja, at tað kann raðfesta sálarliga arbeiðsumhvørvið, kostar serstakliga lítið, afturímóti tí, sum ein fær burturúr tí.

 

- Fólk fáa eitt betri lív, búskapurin veksur meira, og Arbeiðseftirlitið skal bara bjarga heilt fáum fólkum undan at missa arbeiðsførleikan, fyri at tann lítli kostnaðurin er spardur inn aftur.

 

Arbeiðseftirlitið metir, at fyri at koma upp á  eitt nøktandi stig, skal stovnurin hava eina játtan upp á tríggjar milliónir afturat.

 

- At styrkja Arbeiðseftirlitið hevur ovurstóran týdning, og upphæddirnar eru lutfalsliga lítlar.

 

Serliga eru upphæddirnar lítlar, tá ið lagt verður upp fyri, at Arbeiðseftirlitið er ein av teimum stovnunum, sum bókstavliga bjargar lívum og forðar fyri, at fólk fáa óbøtiligan likamligum og sálarligum skaða, halda fakfeløgini.

 

Men tey eru greið yvir, at tær tríggjar milliónirnar verða helst ikki á næstu fíggjarlóg.

 

- Tískil mæla vit til, at ein millión verður sett av næsta ár til sálarliga arbeiðsumhvørvið, og at tær tvær milliónirnar, verða settar av í 2017, siga feløgini.