Fegnast um javnstøðu í valnevnd

Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í javnstøðunevndini, fegnast um, at tað nú kemur javnstøða í nevndina, sum er sett at endurskoða valskipanina. Sum vit skriva longur niðri á Portalinum, fer Hergeir Nielsen, løgtingsmaður at heita á Anniku Olsen um at velja eitt konufólk í nevndina ístaðin fyri Sjúrð Rasmussen, sum ikki tekur við vali. Og í aðrari grein longur niðri á Portalinum, boðar landsstýriskvinnan í innlendismálum, frá, at hetta fer hon at taka til eftirtektar.

- Hetta kann eg ikki annað enn fegnast, sigur Kristianna Winther Poulsen.

Hon sigur, at við tveimum konufólkum og trimum mannfólkum í serfrøðinganevndini, ber ikki til at koma nærri eini javnstøðu ímillum kynini, tá ið talan er um eina nevnd við fimm fólkum.

Tá ið Løgtingið setir eina nevnd, skal býtið ímillum kynini vera so javnt, sum tilber, annars er tað brot á javnstøðulógina, sigur hon.

Tá ið tað varð greitt, at tað bara var eitt konufólk í serfrøðingabólkinum, sum taldi fimm limir, talaði javnstøðunevndin sostatt at.

Løgtingið valdi eitt mannfólk og eitt konufólk í nevndina. Fróðskaparsetrið skuldi bara velja ein nevndarlim. Men Innlendismálaráðið skuldi velja tveir limir og teir blivu báðir mannfólk.

- Vit skrivaðu tískil løgtingsformaninum bræv og bóðu hann heita á innlendismálaráðið um at halda javnstøðulógina.

Og nú er eitt gylt høvi til tað við tað, at annað umboðið hjá innlendismálaráðnum hevur boðað frá, at hann tekur ikki vil vali í nevndina og vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at krøvini í javnstøðulógini verða hildin, sigur Kristianna Winther Poulsen.

Teir politisku flokkarnir hava valt hvør sítt mannfólk í ein politiskan fylgibólk. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava nú eisini møguleikan at endurskoða støðuna og at velja eitt konufólk í nevndina ístaðin, men enn er ikki greitt, um teir fara at taka av.