- Grøni teigurin er ætlaður til stutttíðarparkering til foreldur, tá tey fara við og eftir børnum. Á hendan hátt skulu børnini ongantíð tvørtum um vegin, siga tey í Vestmanna kommunu í dag

Fegnast um at kommunan økir um ferðslutrygdina

- Sjálvt um foreldur ella ommur og abbar koma við børnunum á stovn, eru børn bráðlynt, og hetta lyndið ger, at vit mugu ansa serliga væl eftir teimum

 

 

- Grøni teigurin er ætlaður til stutttíðarparkering til foreldur, tá tey fara við og eftir børnum. Á hendan hátt skulu børnini ongantíð tvørtum um vegin, siga tey í Vestmanna kommunu í dag

Fyri at tryggja, at øll børn koma og fara í og úr barnagarð trygt og væl, hevur Vestmanna kommuna uppmerkt við grønum ein teig á umleið 60 metrar á niðaru síðu móti Gjáarlon.

 

- Grøni teigurin er ætlaður til stutttíðarparkering til foreldur, tá tey fara við og eftir børnum. Á hendan hátt skulu børnini ongantíð tvørtum um vegin.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag. 

 

Børnini eru smá á vøkstri og hava tí avmarkað sýni og síggjast heldur ikki so væl.

 

- Sjálvt um foreldur ella ommur og abbar koma við børnunum á stovn, eru børn bráðlynt, og hetta lyndið ger, at vit mugu ansa serliga væl eftir teimum. 

 

Tað sigur Morten Hust, dagstovnaleiðari í Vestmanna, sum fegnast um, at kommunan økir um trygdina við dagstovnin, Gjáarlon.

 

Yvir av grøna feltinum, hinumegin vegin, er uppmerking gjørd til langtíðarparkering. Annars verður víst til parkeringsbásar, sum eru í grannalagnum ella til parkering fram við vegnum á Fjalslíð. 

 

Í Vestmanna kommunu heita tey á bilførarar um ikki at parkera við svingið niðan móti Heygalíð, tí sýnið her verður avmarkað.

 

##med2##

 

- Grøni teigurin er ætlaður til stutttíðarparkering til foreldur, tá tey fara við og eftir børnum. Á hendan hátt skulu børnini ongantíð tvørtum um vegin, siga tey í Vestmanna kommunu í dag