Fyri høvuðsvenjaran hjá ÍF, Albert Ellefsen var eingin ivi í dag. Dysturin ímóti Skála var ein seks-stigsdystur. Tapti ÍF vóru teir ov nær botnstríðnum, og vunnu teir, so kundu teir aftur hóma 4. plássið, sum allarhelst fer at geva atgongd til Evropa, nú tá HB og Víkingur hava vunnið seg í steypafinaluna.
Albert heldur, at verjan hjá ÍF stóð sera væl, og greiddi setningin væl allan dystin. Hann fegnast um samstarvið millum Jógvan Isaksen, sum júst er komin til felagið, og Bartal Eliasen, sum hann heldur verða fyrimyndarligt.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina ljóðsamrøðu við Albert Ellefsen.