Landsstýrismálanevndin metir ikki, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur brotið lógina um vinnuligan fiskiskap, ið Meginfelag Útróðramanna annars hevur lagt upp til í kæruni, ið felagið sendi Landsstýrismálanevndini í 2016. Tað er landsstýrismaðurin sjálvandi fegin um.
- Eg fegnist um at tað, sum hevur verið ført fram í kæruni, verður afturvíst, alt sum tað er. Men eg harmist eisini um, at málið hevur tikið so langa tíð. Bæði fyri kæraran og fyri tann, ið kærdu er, tí málið hevur verið nevnt óteljandi ferðir í miðlunum, men tá svarið kemur, ið staðfestir, at einki galið er farið fram, so fær tað ikki eins nógva umtalu sum allir tær ferðirnar ákæran er lisin upp, sigur Høgni Hoydal.
Les eisini: Høgni fríkendur
Landsstýrismaðurin leggur tó dent á, at hann heldur tað vera týdningarmikið, at øll hava møguleikan at kæra, tá tey meta, at okkurt skeivt er farið fram.
- Øll hava rætt til at klaga, men tað sum Meginfelag Útróðramanna førir fram í hesum føri eru meira yvirskipaðar atfinningar av lógini um vinnuligan fiskiskap, sum hon hevur verið frá byrjan av og hvussu hon hevur verið fyrisitin. Kærumøguleikarnir skulu vera har, men mín áheitan er, at viðgerðartíðin ikki verður so long framyvir, sigur Høgni Hoydal.









