Fegin um at oljufeløg hava víst tol

? Vit gera alt vit kunnu fyri at fáa tíðarætlanina fyri 1. útbjóðing at halda, og eg eri fegin um, at oljufeløgini hava víst tol í hesum máli sigur løgmaður

Ein stórur spurningur, nú tað sær út til, at ein avtala er komin uppá pláss um markið, er um føroyskir myndugleikar klára at halda tíðarætlanina fyri komandi útbjóðing, sum longu er vorðin seinkað orsakað av marknaósemjuni.

Løgmaður sigur, at vit alla tíðina hava lagt okkum eftir at fáa avtaluna avgreidda, soleiðis at treytirnar fyri útbjóðingarumfarinum kunnu leggjast fyri tingið so tíðliga í heyst sum gjørligt. Hóast tíðin er knøpp, so heldur og vónar løgmaður kortini, at tað skuldi borið til at hildið hesa tíðarætlan.

Sjálvur heldur løgmaður, at henda avtalan verður eitt nýtt og sera týðandi startskot til ta oljuleiting við Føroyar, sum so leingi hev-ur verið tosað um.

? Eg má siga, at tað er ótrúliga gott, at oljufeløgini hava víst slíkt tol , sum tey hava í hesum tíðarskeiðnum, og eg eri ótrúliga glaður fyri, at hetta málið nú er loyst, og at man tí kann fara undir alt tað stóra praktiska arbeiðið, sum er neyðugt fyri at fara undir eina leiting - og ikki minst at geva oljufeløgunum umstøður til at virka.