##med2##
Tað endaði við einum sannførandi 4-2 sigri til HB í granna- og oddauppgerðini móti B36 á ovara vølli í Gundadali í dag. B36 kom á odda 2-1, men 10 minuttir seinni hevði HB vent dystinum, og var á odda 3-2.
B36 - HB 2-4 (1-1)
0-1 Pætur Petersen (11.)
1-1 Alex Mellemgaard (brotsspark 18.)
2-1 Michal Przybylski (55.)
2-2 Pætur Petersen (61.)
2-3 René Shaki Joensen (65.)
2-4 René Shaki Joensen (90.)
Annar tvímálsskjúttin, Pætur Petersen og høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Berthel Askou er báðir sera fegnir um góða avrikið og góða sigurin í odda- og grannauppgerðini.
Jens Berthel Askou heldur tó, at dómarin loyvdi ov nógvum, og tann partin er hann misnøgdur við.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum seks málunum. Teitur Joensen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Pætur Petersen.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jens Berthel Askou.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Árna Frederiksberg hjá B36.