Fegin fyri afturval og nýval

Nes kommuna skal hava nýggjan borgarstjóra, og ivaleyst eru fleiri um boðið

At Nes kommuna fær nýggjan borgarstjóra er einki nýtt. Símun Johannesen, sum hevur verið borgarstjóri seinastu átta árini, stillaði ikki uppaftur á valinum hesaferð.
Tveir listar vóru í Nes kommunu, ein listi sum varð gjørdur á almennum fundi - og so ein kvinnulisti. Almenni listin fekk fimm fólk vald í bygdaráðið, og kvinnulistin fekk tvey umboð, sum bæði vórðu afturvald.
Hvør nýggjur borgarstjóri verður í Nes kommunu tey næstu fýra árini, er ilt at spáa um.
Hyggja vit eftir atkvøðutalinum hjá teimum fyrstvaldu í nýggja bygdaráðnum, liggja tey sera jøvn.
Jóhannus Danielsen fekk 96 atkvøður, Súni í Hjøllum 95, og Elin á Torkilsheyggi fekk 85 atkvøður. Eftir tey komu Niclas Davidsen við 80, Mortan Højgaard við 73 og Jákup A. Olsen við 53 atkvøðum.
Á øðrum plássi á kvinnulistanum kom Súnfríð Jacobsen við 28 atkvøðum.
Tey, sum eru nývald í bygdaráðnum, eru Niclas Davidsen, Mortan Højgaard og Jákup A. Olsen.
Petur Jacob Petersen og Jákup Martin Kjeld fullu á valinum í dag.
Valluttøkan í Nes kommunu í dag var 84,31 prosent. Á valinum fyri fýra árum síðan var hon 84,80 - og á valinum í 2004 var valluttøkan 86,10 prosent.