Fegin formaður

– Nú havi eg bara hug til at skrála, segði liðformaðurin á føroyska U21-landsliðnum, Christian Restorff Mouritsen, sum í gjárkvøldið gjørdi eitt stórt renniarbeiði sum sambindandi millumliðið millum miðvøllin og álopið á føroyska liðnum

FÓTBÓLTUR

 

Eftir Rumenia-dystin var Christian Restorff Mouritsen kanska tann av øllum, ið sá mest vónbrotin út. Liðið, sum hann var liðformaður fyri, hevði tapt, og tá vildi hann einki siga um, hvussu gott mót hann hevði undan næsta dystinum, sum var tann í gjárkvøldið ímóti Russlandi.

Hesa ferð hevði Christian ein heldur øðrvísi leiklut. Í Rumenia-dystinum var hann sjálvur annar mitt á føroyska miðvøllinum, men hesa ferð spældi hann sum bæði álopssinnaður miðvallari og hangandi framherji.

– Tað hevði við sær, at eg rann nokk so nógv, men ikki hevði bóltin so nógv, men eg eri rættiliga væl nøgdur við innsatsin. Hetta var útmerkað og heilt fantastiskt, segði liðformaðurin.

Hann var ofta maðurin, ið órógvaði russiska uppspælið beinanvegin – sum ein hin fremsti í føroysku verjuni, ið rakk yvir allan vøllin, men samstundis eisini sum maðurin, ið ofta hevði ein fót við í spælinum, tá føroyska liðið fleiri ferðir søkti at russiska liðnum.

– Vit vunnu, og tað kann ikki vera betri. Hetta er tað størsta, eg havi verið við til. Eg veit ikki, hvat eg skal gera – kanska ynskja mínum monnum hjartaliga tillukku og rópa hurrá? Nei, eg veit ikki. Nú havi eg bara hug til at skrála. Hetta er fantastiskt, segði Christian Restorff Mouritsen.